2015-08-18 20:56

Torshavn.fo: Árliga koma og fara um hálvtfjóðra túsund skip um Tòrshavnar havn. Um 700.000 tons av vøru fara um bryggjukantin árliga. Í høvuðsheitinum er virksemið á havnaøkinum farma- og ferðaflutningur, upp- og avskipan, umvælingar, proviantering og bunkring og annars alt, sum hevur við sjóvinnu at gera.
Í morgun fegnaðist borgarstjórin Heðin Mortensen serliga um, at virksemið við og á Vestaru Bryggju er so serliga nógv fyri tíðina. Har eru nógv fólk, nógvar landingar og tað angar av fiski við gamla Bacalao.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald