Tað almenna og kommunurnar spæla, at tær eru fyritøkur við grundgevingini, at privati marknaðurin ikki strekkir til.
Seinastu árini eru fleiri dømi um, hvussu almennir stovnar og kommunur leggja seg eftir at reka virksemið, sum vanliga verður roknað sum vinnuligt virksemi.
Eitt gott dømi er Bústaðir, ið byggir íbúðir, sum vinnan eins væl kundi bygt. T.d. marglætisíbúðir á Skansanum. Tað er skiljandi, at tað almenna letur vardar íbúðir og lestraríbúðir byggja, men stórt spurnartekin kann setast við, um leikluturin hjá tí almenna eisini er at byggja vanligar íbúðir, fyri ikki at tala um marglætisíbúðir.
Vinnufyritøkur, sum bjóða seg fram á hesum økinum, merkja, at eftirspurningurin eftir grundøkjum og búeindum er steðgaður upp, og at keyparar bíða eftir íbúðunum, sum Bústaðir byggir.
Stóru íløgurnar, sum Tórshavnar Kommuna í fleiri umførum hevur gjørt í bygningar í miðbýnum í Havn, eru ikki einans ætlaðar til at hýsa egnum virksemi, men eisini til at leiga út í kapping við vinnuligar útbjóðarar. Eitt annað dømi er íløgan fyri út við 100 milliónir í túsundtals fermetrar, sum Tórshavnar Kommuna ger í Sjóvinnuhúsið á havnalagnum, við tí endamálið at leiga út til vinnufyritøkur og møguliga onnur við.
??rslitið av hesum er, at tey, sum fáast við vinnuligt virksemi innan fastogn og útleigan av hesi, halda seg aftur við at gera íløgur, tí tey fáa ikki leigað tað út, sum í forvegin er tøkt.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at hetta eru góð dømi um, hvussu peningur verður brúktur á ein sera óproduktivan hátt. Kommunur og almennir stovnar eiga verða somikið at sær komin, at skilt verður ímillum, hvørji teirra arbeiðsøki eru, og meira umráðandi, hvørji tey ikki eru. Talan er um borgarans skattapening, ið ikki kemur til sín besta rætt, og skuldi tí ongantíð verið
kravdur inn.
Uppáhaldið um, at tað ikki er fíggjarligt rúm til at lækka skattin, gerst alsamt truplari at trúgva, tá ið tað gongur sjón fyri søgn, hvat skattapeningurin verður nýttur til.
Kelda: vinnuhusid.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald