Mentan

Swangah á Tórsfest

...

2015-07-17 14:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Swangah eru at meta sum ein tann best umtókti bólkurin í Føroyum, og ikki kann sigast annað enn at teir duga at fáa lív í eina fjøld.


Rappararnir úr Havn hava fingið nógv rósandi orð við á teirra yrkisleið. Síðani teir tóku ungdómin við stormi við løgum sum Gentan er Farlig, Frá Bygd til Bý og øðrum hittum, hava ummælarar og áskoðarar tikið væl ímóti teimum.

Swangah hava vunnið fleiri virðislønir, og hava langt síðani fingið staðfest, at teir eru millum tað best umtókta, vit eiga í Føroyum. Nú verða teir so at hoyra á heimavølli, í gongugøtuni í Havn, har teir lova, at teir fara at geva allan armin.

Tórsfest 2015 verður í gongugøtuni í Havn leygardag 25. juli og umframt Swangah fara eisini Pretty Maids, Basshunter, Týr, Byrta, Sakaris, Hjarnar, Frændur, SIC, Goresquad, Signar & John og onnur á pallin hetta kvøldið.

Atgongumerki til Tórsfest fáast í forsølu í Kunningarstovuni í Havn og á ebillett.fo fram til mikudagin 22. juli kl. 18. Um atgongumerki eru eftir, verða tey seld við dyrnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder