2 dystir verða í dag leiktir í AA-deildini. Vit hava fingið venjaran hjá Team Klaksvík - Svein Rógva Nielsen - at mett um dystirnar.
Dystirnir í dag eru VÍF-KÍF í Vestmanna og H71-Neistin í Hoyvík.
VÍF-KÍF:
Havandi í huga - dystin seinasta vikuskiftið, har VÍF tapti ímóti Kyndli í Havn, meti eg, at VÍF-leikararnir ikki eru komnir yvir sjokkið, har teir taptu 29-25 í Havn. Hinvegin er KÍF-liðið væl koyrandi, tí meti eg, at KÍF vinnur dystin í Vestmanna. Tað verður helst ein dystur við høgum tempo, eisini meti eg at nógv mál koma í dystinum - liðini fara at fáa millum 25 og 30 mál hvørt.
H71-Neistin:
Dysturin í Hoyvík millum H71 og Neistan verður ein javnur dystur, har liðini koma at leggja varðisliga út, tey hava stóra respekt hvørt fyri øðrum, tí koma ikki nógv mál í dystinum. Min meting er at Neistin kemur at liggja omaná, tó verður sigurin tepur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald