2021-02-03 14:48

Nú freistin at stilla upp til formann til komandi aðalfund hjá Føroya Handverkarafelag er úti, er greitt, at Suni Simonsen heldur fram sum formaður komandi 4 árini. Einki mótvalevni var til formansstarvið.
Suni Simonsen varð fyrstu ferð valdur til formann í Føroya Handverkarafelag á aðalfundinum 5. juni 2013, og hann hevur sostatt verið formaður seinastu átta árini. Áðrenn hann gjørdist formaður, hevði Suni sitið nógv ár í stjórnini hjá Føroya Handverkarafelag og verið næstformaður í fleiri setum.Føroya Handverkarafelag er í løtuni í samráðingum um at fáa sáttmála fyri kokkar og fólk við útbúgving innan handverksvinnina á matstovum og gistingarhúsum. Hesi hava sum er ikki øll havt somu reglur at ganga eftir. Føroya Handverkarafelag er eisini í samráðingum um sáttmálan við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, SEV og IRF. Hesin sáttmálin gekk út 1. oktober 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald