2016-10-28 13:01

Við góðari hjálp frá fólki í Norðoyggum, hevur politiið nú fingið til vega megin partin av stóru peningaupphæddini, ið bleiv stolin á Viðareiði.
Politiið fekk seinnapartin fyrradagin eitt ???tip???sum førdi til, at megin parturin av stolnu peningaupphæddini bleiv funnin.
Ongin er enn skuldsettur í málinum, men politiið hevur onkran illgrunað til hvør viðkomandi kann verða, ið hevur framt stuldurin.
Av tí at kanningararbeiðið ikki er komi á mál, kann politiið ikki nevna nakað um hvussu stór peningaupphædd talan er um ella hvar peningaupphæddin er funnin.
Polittið takkar øllum teimum. ið hava ringt og hjálpt til við kanningarbeiðnum.
Tað sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald