2014-07-14 20:12
SEV skrivar:
Uttanlands eru nógv, sum hava áhuga fyri føroysku vindorkuútbyggingini. Umboð fyri SEV verða javnan biðin at greiða frá føroysku ætlanunum
Vindmyllurnar í Húsahaga og nýggja battarískipanin, sum verður ment til at javna vindin út á netið, og Power Hub hava stóran áhuga hjá veitarum, áhugafelagsskapum og fíggingarstovnum uttanlands. Talan er um ymiskar partar í t.d. Fraklandi, Týsklandi, Spania og Kroatia, sum halda tað vera áhugavert, at eitt fjarskotið og avbyrgt oyggjasamfelag, ið ikki við kaðli er íbundið eitt annað stórt elnet, megnar at leiða so nógvan vind út á netið.
Sostatt er tað bæði nøgdin av myllum í einum lítlum ávbyrgdum oyggjasamfelag og sonevndu ???smartgrid-skipanirnar??? sum Power Hub og nýggja battarískipanin í Húsahaga, ið hava áhuga. Hesar skipanir eru við til at fáa meira vind inn á føroyska elnetið, og tað er so mikið áhugavert uttanlands, at umboð fyri SEV javnan greiða útlendingum frá føroysku ætlanunum.
Eitt nú hevur Terji Nielsen, verkætlanarleiðari í Húsahaga, lagt fram á ráðstevnu hjá Eurelectric, sum er felagsskapurin hjá evropeisku elfeløgunum. Ráðstevnan var hildin í Las Palmas á Grand Canaria. 4. september er Finn Jakobsen, deildarstjóri fyri tøkni, boðin á stóra ráðstevnu í Keypmannahavn at greiða frá føroysku vindorkuni undir heitinum: ???Smart energi i praksis ??? Færøernes indpasning af massiv vind???. Dansk Energi, sum er felagsskapurin hjá donsku elverkunum, skipar fyri ráðstevnuni.
Battarí og Power Hub
Battarískipan, sum verður ment til vindmyllulundina í Húsahaga, er ein verkætlan í sjálvum sær. Talan er um at taka streymin frá myllunum á goymslu og lata hann út aftur á elkervið eftir tørvi innan fyri stutt tíðarbil á nøkur sekund ella nakrar minuttir. Sostatt skal nýggja battarískipanin javna vindin, sum er ein óstøðug orkukelda, út á elnetið fyri framhaldandi at tryggja eina støðuga elveiting. Tvey ár eru sett av til at menna skipanina.
Power Hub skipanin, sum hevur riggað væl í Føroyum, var royndarkoyrd hjá SEV. Henda skipanin loftar niðurgongd í streymframleiðsluni og koplar stórar útvaldar brúkaraeindir úr, áðrenn framleiðslan gerst minni enn eftirspurningurin eftir streymi ta givnu løtuna. Tað gevur í sjálvum sær eitt støðugari elkervi, sum tískil eisini kann taka ímóti fleiri óstøðugum orkukeldum sum vindorku, ið ikki nerva netið á sama hátt sum áður, tí Power Hub skapar javnvág ímillum elframleiðsluna og nýtsluna.
Kollafjørð Pelagic, alivirkið Fútaklettur og Bergfrost í Fuglafirði eru bundin í Power Hub, og harumframt verður Pelagic í Fuglafirði eisini knýtt at skipanini. Tá ið Power Hub ger vart við seg, verða hitapumpuskipanir, kompressarar og frystiútgerð á hesum virkjum tikin av elnetinum eina løtu, inntil SEV hevur fingið streymveitingina uppaftur. Talan er um brúkaraeindir, sum tola eitt streymslit eitt styttri tíðarskeið í nøkur sekund ella fáar minuttir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald