Vinna

Størsta framgongdin í lønunum seinastu 7 árini

...

2015-01-12 19:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hagstovan: Í 2014 vórðu útgoldnar 7.603 milliónir kr. í lønum, og var hetta 412 milliónir meira enn í 2013. Hetta svarar til ein árligan vøkstur á 5,7%. Síðan 2008, tá vøksturin var 8%, hevur vøksturin verið millum 1 og 1,5%, við undantaki av 2009, tá lønirnar minkaðu, og í 2012, tá vøksturin var 3,5%. Vøksturin á 5,7% í 2014 er sostatt størsti vøksturin síðan 2008.

Lønirnar býttar í 4 yvirskipaðar bólkar vísir, at í 2013 vuksu lønirnar einans í almennum og privatum tænastuvirksemi, men í 2014 høvdu allir fýra høvuðsbólkarnir positivt ískoyti til vøksturin.

Lønarvøkstur hevur sostatt verið í flestum vinnugreinum. Størsti árligi lønarvøksturin í 2014 var í flutningsvinnuni á sjógvi og landi. Hendan vinnugreinin hevur seinni mongu árini havt ein støðugan vøkstur, og eru árligu lønarútgjaldingarnar nærum tvífaldaðar eftir 10 árum. Vøksturin í 2014 í mun til 2013 er tó serliga stórur á 92 mió. kr. (14,5%), ið svarar til vakstrarískoyti á 1,3%-stig til samlaða lønarvøksturin á 5,7%. Í sjóflutningi er eisini frálandavinna.

Í 2013 minkaðu lønargjaldingarnar í fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi, men í 2014 var munandi vøkstur í hesum vinnum. Eftir eina minking á 36 mió. kr. í hýrunum í 2013 vuksu tær við 59 mió. kr. í 2014. Hetta svarar til árligan vøkstur á 8,1% og vakstrarískoyti á 0,8 %-stig til samlaða vøksturin. Lønirnar í fiskavøruídnaðinum vóru 337 mió. kr. í 2014, 20 fleiri enn í 2013 og vøkstur á 6,4%.

Greið tekin eru um, at virksemið í byggivinnuni eftir nøkur ár við afturgongd er vaksandi. Tað vórðu útgoldnar 57 mió. kr. fleiri í lønum í 2014 í mun til 2013, ein vøkstur á 13,5%, og svarar hetta til 0,8 %-stig av samlaða vøkstrinum á 5,7%.

Við undantaki í 2010 hava lønarútgjaldingarnar í alivinnuni verið støðugt vaksandi síðan bakkasti fyri 10 árum síðan. Árligi vøksturin hevur síðan 2011 ligið millum 11 og 16%, og hevði alivinnan í fjør vakstrarískoyti á 0,5 %-stig av samlaða vøkstrinum.

Størsta vinnugreinin, almenn fyrisiting, kommunur v.m., rindaði 1.089 mió. kr. út í 2014, tað vóru 32 fleiri enn í 2013, og svarar tað til ein vøkstur á 3,1%.

Einans vinnugreinarnar ???Postur og samskifti??? og ???Fígging og trygging??? høvdu eina minking í lønarútgjaldingunum í 2014. Lønirnar í hesum vinnugreinum hava seinnu árini verið minkandi. Í mun til 2010 vóru 73 mió. kr. minni útgoldnar í 2014, ein minking á 14% eftir 4 árum.

Menninir fáa størra partin av framgongdini

Gongdin í lønunum hjá kvinnum og monnum er ymisk yvir tíð. Frá 2004 til 2007 fylgdist vøksturin hjá báðum kynunum. Tá afturgongdin byrjaði í 2008 vóru tað bert lønirnar hjá monnunum, sum minkaðu, meðan lønarparturin hjá kvinnunum stóð í stað. Seinnu árini hevur vøksturin aftur verið javnur, í fjør áttu menninir tó størri lut í vøkstrinum. Av teimum 412 mió. kr., ið lønirnar vuksu tilsamans, fóru 319 mió. kr. til menn (vøkstur á 7,3%) og 93 til kvinnur (vøkstur á 3,3%).

Sostatt eru tað vinnugreinir, har lutfalsliga fleiri lønir fara til menn, ið hava havt størstu framgongdina í 2014. Her er vert at leggja í geyma, at lønartølini bert umfata tað, sum føroyskar fyritøkur rinda út, so lønir vunnar uttanlands eru ikki taldar við her.

Kvinnur eru í tænastuvinnunum og menn í framleiðandi vinnum

Ikki óvæntað arbeiða kvinnur og menn i ymiskum vinnugreinum. Kvinnurnar arbeiða í høvuðsheitum í almennum tænastuvinnum, tað eru heilsu- og almannaverk, almenn fyrisiting, kommunut o.l. Menninir harafturímóti eru spjaddir yvir fleiri vinnugreinar, men tað er m.a. í fiskiskapi, sjóflutningi og bygging, at til ber at tosa um vinnugreinar, har nærum bara menn vinna sína løn.

Vert er at leggja merki til, at myndin niðanfyri vísir lønargjaldingar í krónum, og tølini siga einki um, hvussu nógv fólk arbeiða í teimum ymsu vinnugreinunum.

Langtíðargongdin vísir, at tænastuvinnur veksa frá framleiðsluvinnum

Gongdin í lønargjaldingum vísir, at ein støðugt vaksandi partur av samlaðu lønargjaldingunum kemur frá tænastuvinnum, almennum eins og privatum, meðan parturin frá framleiðsluvinnunum samanlagt er minkandi. Mitt í 80-árunum var lønarparturin í framleiðsluvinnum nærum helmingurin av samlaðu lønunum, men seinnu árini hava hesar vinnur havt ein lønarpart á umleið 30% av samlaðu lønunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder