Vinna

Stórbilar fingið nýggjar eigarar

...

2021-02-08 20:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag hevur ein starvsfólkabólkur í Stórbilum keypt felagið frá John Olsen. Felagið hevurstórar ætlanir fyri framman, og kundin skal rokna við fleiri nýggjum og nútímanstænastum. 

Stjóri í felagnum er Páll Rói Poulsen, og er hann ein av fimm, ið hava keypt felagið. ???Vit havaeitt sterkt toymi og vit veita sera góðar vørur og tænastur. Farið verður undir at flyta í størriog meira nútímanshóskandi hølir, og hetta fer kundin at merkja á jaligan hátt???.Stórbilar eiga ein bygning á Rituvíkarhálsi, sum farið verður undir at nútímansgera, so atfelagið kann flyta úr Hvalvík til Rituvíkar. ???Tað er ongin loyna, at við Eysturoyartunlinum,flyta vit okkum nærri meginøkinum, og tað er ein fyrimunur fyri kundar okkara???, sigur PállRói. 

Stórbilar eru best kendir fyri at umboða Volvo og Renault lastbilar. Men Stórbilar hava eisinionnur umboð: Meiller Kipper, MB Crusher og Irizar.Harumframt hevur Stórbilar eitt verkstað í serflokki. ???Vit hava serstakliga dugnalig fólk, sumhava drúgvar royndir, bæði í Føroyum og í útlandinum og tað er eitt mál hjá okkum, at veitata bestu tænastuna???. 

Fakta:Stovnað: 2011Umboð: Volvo Truck Denmark, Renault Trucks, Meiller Kipper, MB Crusher og IrizarStarvsfólk: 8 ársverkHeimstaður: Hvalvík (verður flutt til Rituvíkarháls)Samband: www.storbilar.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder