Vinna

Stór príslækking í Vágatunlinum

...

2014-11-13 14:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

P/F Vágatunnilin hevur avgjørt at lækka prísirnar munandi fyri persónbilar við haldi á nýggjárinum, meðan prísirnir verða óbroyttir í Norðoyatunlinum. Samstundis verður tað lættari at hava tunnilshald, tí kubbarnir verða tiknir av.

Ferðslan gjøgnum Vágatunnilin er vaksin støðugt síðani hann lat upp. Í 2003 koyrdu 359.400 akfør gjøgnum tunnilin og í 2014 eru væntandi 660.000 akfør farin gjøgnum Vágatunnilin. Bara í ár - frá januar til oktober - er ferðslan vaksin við 7,6 prosentum. ??kta ferðslan saman við lækkandi rakstrarkostnaði hevur havt við sær javnt fallandi prísir so hvørt, sum roknskaparliga støðan er betrað.

 

Grundarlag er nú fyri at lækka fleiri prísir fyri at koyra gjøgnum Vágatunnilin. Størsta lækkingin er uppá 40 prosent.

Lutfalsliga stóra príslækkingin hevur við sær, at P/F Vágatunnilin væntandi fær 4,8 milliónir krónur minni í inntøkum í 2015.

 

Prísirnir í Vágatunlinum broytast soleiðis:

·         Prísurin fyri hvønn túrin við haldi lækkar úr 50 krónum niður í 30 krónur.

·         Árshaldini lækka úr 700 krónum niður í 500 krónur um mánaðin.

·         Fyri tey, sum hava árshald í báðum tunlunum, verður prísurin 1100 krónur um mánaðin.

·         Tað verður eingin prísbroyting fyri einkultar túrar og bilar longur enn 6 metrar.

 

Hóast príslækkingina í Vágatunlinum, so kunnu haldini framvegis nýtast í báðum tunlunum. Tá farið verður gjøgnum Norðoyatunnilin verða 50 krónur trektar, meðan 30 krónur fara av haldinum, tá koyrt verður í Vágatunlinum. Prísyvirlitið fyri ferðslu í Vágatunlinum sær soleiðis út:

 

 

1 túr t/r

Hald  t/r

Árshald

Akfør upp til 3500 kg

ella =<6 m

kr. 100,00

kr. 30,00

kr.    600,-

kr. 1.200,- 

 

kr. 500,-

kr. 6.000,- árliga

Akfør yvir  6 m

kr. 300,00

kr. 150,00

Kr. 3.000,- 20 túrar

Kr. 6.000,- 40 túrar

 

 

 

Ongin príslækking í Norðoyatunlinum - enn

Prísbygnaðurin hevur verið tann sami í báðum tunlunum síðani Norðoyatunnilin lat upp. Eisini hesuferð hevur verið kannað um prísbygnaðurin kundi fylgjast, men niðurstøðan hjá nevnd og leiðslu í Norðoyatunlinum er, at grundarlag er ikki fyri at lækka prísirnar í løtuni. Men hóast ymsar prísir, verður tað nú enn lættari at ferðast bíliga í tunlunum.

 

Hald uttan kubba

Betrað er um innkrevjingarskipanina , so nevndirnar í báðum tunnilsfeløgunum hava gjørt av, at avtaka kubbarnar við árslok 2014, tí tørvur er ikki á teimum longur. Skipanin við haldi verður lættari fyri bæði umsiting og viðskiftafólk, tá ikki er neyðugt at hava kubba, fyri at tekna hald. Viðskiftafólk kunnu burturbeina kubban á sama hátt sum battaríir.

 

??ll, sum hava kubba, fáa goymslugjaldið (depositum) á 300 krónur góðskrivað á sítt verandi hald innan árslok í ár.

 

Í sambandi við stovnan/endurnýggjan av haldi, verður framyvir møguleiki at gjalda kr. 600,-, kr. 1.200,- ella kr. 5.000,-. Hetta verður galdandi fyri báðar tunlarnar.

 

Tekna hald og spar pengar

Seinasta príslækkingin í Vágatunlinum økir munandi um prísmunin millum ferðakostnaðin hjá teimum, sum hava hald og teimum, sum ikki hava hald. Við haldi kann ein persónbilur koyra tríggjar ferðir so ofta gjøgnum Vágatunnilin fyri somu upphædd, sum tað kostar uttan hald.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder