Gullllaksaskipini Stjørnan og Polarhav eru nú givnir á gulllaksinum fyri í ár. Teir komu á Klaksvík fyri løtu síðan við tilsamans 135 tonsum av gulllaksi, sum verður landaður á Kósini og fluttur við bili til Tavuna í Leirvík.
Vit tosaðu umborð á Polarhav fyri løtu síðan, teir søgdu, at fiskiskapurin var nú minkaður niður í helvt, av tí tað plagdi at vera, tí hava teir avgjørt at gevast á gulllaksinum, annars plagar gulllaksafiskiskapurin at halda á til langt út í september.
Í morgin verður riggað til at fara á makrelveiðu, væntandi verða teir klárir at fara nýggjan túr seint í morgin.
23.juli kl. 10.00: Hanus Hansen reiðari sigur í morgun, at Polarhav og Stjørnan fara aftur at fiska gulllaks, tá ið teir hava verið á makrelveiðu, men tað at teir fara á makrelveiðu nú, er tí at makrelfiskiskapurin er skipaður soleiðis, at allir partrolararnir og lemmatrolararnir koma at fiska av eini felags kvotu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald