Vinna

Stjórin: - Tað er ein vissur stoltleiki í tí

...

2021-11-30 19:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um middagsleitið í dag var fyrsta flagið loyst fyri nýggja bygninginum hjá Sjóvinnustýrinum, sum verður á Giljanesi. Tað arbeiða umleið 20 fólk á stovninum, og eru umleið helvtin av teimum úr Vágum.

Væntandi stendur bygningurin liðugur á vári 2023.

Sí myndir her.

Vit fingu orð á Hans Johannes á Brúgv, stjóra á Sjóvinnustýrinum, eftir at Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevði loyst fyrsta flagið.

Nú er fyrsta flagið loyst til nýggja bygningin hjá tykkum, hvat sigur tú nú?

Hetta er ein spennandi løta. Vit hava sæð fram til hetta leingi, vit hava jú ynskt okkum ein bygning, so vit eru øgiliga glað.

Tit vóru í Vágum frá 2002 fram til fyri einum fýra árum síðani. Hvussu hevur henda tíðin verið har tit ikki hava havt nakran fastan bústað?

Tað hevur faktist verið soleiðis, at síðani vit fóru úr Vágum hava vit húsast í tveimum bygningum í Havn. Tann fyrri bleiv seldur, og fóru vit tí í annan bygning. Nú síggja vit fram til at fáa okkara egna bygning.

Nú er tað soleiðis, at tað eru nógv fólk sum arbeiða á Sjóvinnustýrinum, sum eru úr Vágum. Hvat siga tey?

Tey eru sera fegin.

Hvat kemur tað at merkja fyri tykkara arbeiði, at tit hava ein fastan bústað nú?

Tað er ein vissur stoltleiki í tí eisini. Eitt er at vit nú vita hvar vit skulu húsast, men vit eru ein sjóvinnutjóð, og tí er tað eisini ein stoltleiki at vit nú fáa okkara egna bygning.

Les eisini: Magnus:- Tá fáa tit endaliga tryggar og virðiligar karmar um tykkara virksemi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder