Strandingar drógu longra stráðið í einum sera tøttum og spennandi dysti móti KÍF, dysturin varð leiktur í høllini á Skála.
Allan fyrra hálvleik leikti javnt á, liðini skiftust um at liggja omaná og tá ið farið varð til hálvleik vísti máltalvan 16-15 til StÍF.
KÍF legði seg framum beinanvegin í seinna hálvleiki og hildu leiðsluna til 53 minuttir vóru leiktir, tá fór StÍF framum til 27-26, endaspurtin vann StÍF - í 58. minutti tá ið støðan var 30-29 fekk KÍF útvísing - reytt kort til Andrias Nielsen, StÍF fekk tað løtuna 2 mál og KÍF einki, soleiðis at StÍF vann 32-29.
Hjá KÍF var tað serliga vestmenningurin Magnus Muller, sum ein legði til merki og hjá StÍF var tað høgri vongur Jógvan G. Joensen, sum leikti ein sera góðan dyst.
Áskoðararnir fingu ein spennandi dyst, har spenningurin var í hásæti til seinasta bríksl.
Seinni hálvfinaludysturin verður leiktur í Kollafirði sunnudagin kl. 18.
StÍF: Levi Nybo, Eyðfinn Poulsen Fríði R. Djurhuus 2, Leivur Justinussen, Allan Norðberg, Pauli G. Hansen, Jón Rasmussen, Jákup Berthelsen 5, Sveinur Justinussen 7, Kjartan Johansen 5, Teitur Nielsen, Jógvan G. Joensen 7, Borgar Danielsen 3 og Marius Joensen 3.
KÍF: Emil Dam, ??la Kristian Djurhuus, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen 4, Janus Jacobsen, Magnus Múller 11, Rasmus Junker, Tony Weyhe 1, Teitur Joensen 2, Hans Eli Sigurðbjørnsson 6, Nicklas Selvik 4, Rógvi Weyhe 1, Jákup Trygvason og Ási Dam.
Støður:
5. min. 3-3
10. min. 5-6
15. min. 8-7
20. min. 10-10
25. min. 13-11
30. min. 16-15
35. min. 18-19
40. min. 20-22
45. min. 23-24
50. min. 25-26
55. min. 29-27
60. min. 32-29
Dómarar: Ragnar Simonsen og Daniel Rapa.
Hin hálvfinaludysturin, sum var millum H71 og Kyndil vann Kyndil 17-21 eftir hálvleiksstøðuna 7-10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald