Ítróttur

StÍF vann 30-24 á Team Klaksvík

...

2013-10-06 03:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Team Klaksvík hevur í kvøld havt vitjan av StÍF. StÍF vann dystin 24-30 eftir hálvleiksstøðuna 10-14.

Spennandi var hvussu Team Klaksvík í kvøld fór at klára seg ímóti StÍF, eftir stórtapið ímóti KÍF seinasta vikuskiftið. Til dystin í dag vóru bæði Icor Petrikeew og Pejovic Zarko klárir, men ein av grundstulunum Dánjal Kjærbo hevði leikbann.

Skjótt sást, at dysturin fór at gerast spennandi, Team Klaksvík spældi væl upp ímóti góða StÍF liðnum. Liðini fylgdust væl fyrru helvt av fyrra hálvleiki og skiftust um at liggja omaná. Tá ið 15 min. vóru leiktir førdi Team Klaksvík við 5-4, men hálvleiksstøðan gjørdist 10-14 til StÍF.

Í seinna hálvleika var sama gongdin, tó vann StÍF aftur seinna hálvleik og endaliga støðan gjørdist 24-30 til StÍF.

Bestu málskjúttar gjørdust Pejovic Zarko fyri Team Klaksvík við 11 málum og hjá StÍF Kjartan Johansen, sum fekk 9 mál.

Støður:

5. min. 2-1

10. min. 4-4

15. min. 5-4

20. min. 7-8

25. min. 8-10

30. min. 10-14

35. min. 13-17

40. min. 15-19

45. min. 16-21

50. min. 21-24

55. min. 23-27

60. min 24-30.

Team Klaksvík: Rasmus Magnussen, Eli Gærdum, Jákup Joensen, Sámal á Tjaldrafløtti 6, Otto Jacobsen, Icor Petrikeev 3, Niclas Niclasen, Heri Johansson, Jan Jacobsen 1, Pejovic Zarko 11, Vilhelm Vilhelmsen 1 og Andrias Ellingsgaard 2.

StÍF: Levi Nybo, Fríði Djurhuus 3, Allan Norðberg 2, Jón Rasmussen 1, Jóhannes Henriksen, Sveinur Justinussen 2, Steinar Prestá 2, Eyðfinn Poulsen, Jógvan G. Joensen 2, Rani í Billustovu, Kjartan Johansen 9, Jákup Bertelsen 3, Marius Joensen 3, Anfinn Joensen 3 og Kem Weihe.

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen.

http://kvf.fo/netvarp/sv/2013/10/07/video-team-klaksvik-stif-24-30

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder