Tað gjørdist ein tættur og spennandi dystur á Skála, tá StÍF tók ímóti Neistanum í kvøld. StÍF lá alla tíðina omaná, men Neistin andaði teir í nakkan allan dystin, tað gjørdi at spenningurin helt sær allan dystin. StÍF vann 28-25, støðan í hálvleikinum var javnleikur 12-12.
Við sigrinum í kvøld er StÍF komin á 4. pláss við 12 stigum, sama stigatal sum H71, ið liggur á 3. plássi. Neistin hevur framvegis 10 stig, teir liggja á næstaftasta plássi, men eru javnir við Kyndil í stigum.
StÍF: Levi Nybo, Eyðfinn Poulsen, Fríði R. Djurhuus 5, Allan Norðberg 2, Pauli G. Hansen, Jón Rasmussen, Sveinur Justinesen 2, Kjartan Johansen 5, Sverri Jensen, Borgar Danielsen 4, Jógvan G. Joensen 6, Mariu Joensen 4 og Jákup Berthelsen.
Neistin: Mikkjal Hansen, Símum Samuelsen, John í Innistovu, Teitur Magnusson 4, Jón Ludvig, Rói Hansen 1, Kristian Dulavík, Herbjørn Lava 2, Juguslav Djumic 5, Torstein Balle 4, Alex Buha 2, Hjalti í Jákupsstovu, Teis Horn 1, Blagoji Buha og Terji Mørk 6.
Støður:
5. min. 3-2
10. min. 6-4
15. min. 9-7
20. min. 11-8
25. min. 13-10
30. min. 15-11
35. min. 18-14
40. min. 20-17
45. min. 21-20
50. min. 23-22
55. min. 26-24
60. min. 28-25
Dómarar: Dánjal Samuelsen og Daniel Rapa
Áskoðarar: 150
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald