Ítróttur

Stíf - Team Klaksvík 36-28 (18-16)

...

2013-11-17 02:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað var Team Klaksvík sum byrjaði betri í dystinum á Skála, sum var millum StÍF og Team Klaksvík. Team Klaksvík kom fyrst framum 0-2 og tá ið 7 min. vóru leiktir førdi Team Klaksvík 5-2, men soleiðis vildu strandingar tað ikki, teir byrjaðu at hála inn aftur tað ið mist var, strandingar komu uppá 5-5 í 12 min., so var javnleikur 6-6 og 7-7, men eftir tað førdi StÍF allan dystin, hálvleiksstøðan gjørdist 18-16 til StÍF.

Í seinna hálvleiki runnu strandingar avstað, tá ið 40 min. vóru leiktir var støðan 25-17 og dysturin var avgjørdur. StÍF vann ein tryggan sigur 36-28.

StÍF: Levi Nybo, Eyðfinn Poulsen, Fríði Djurhuus 3, Alexandur Johansen, Allan Norðberg 4, Jón Rasmussen, Sveinur Justinussen 9, Sverri Joensen 2, Borgar Danielsen 6, Jógvan G. Joensen 7, Kjartan Johansen, Jákup Bertelsen 2 og Marius Joensen 3

Team Klaksvík: Eli Gærdum, Rasmus Magnussen, Ioor Petri Keev 3, Martin Ritto 4, Dánjal Kjærbo 1, Niclas Niclasen, Jens Pauli Mohr, Pejovix Zarko 11, Jákup Joensen 1, Vilhelm Vilhelmsen 1, Andrias Ellingsgaard 1 og Sámal á Tjaldrafløtti 6.

Støður:

5. min. 1-2

10. min. 4-5

15. min. 7-7

20. min. 12-9

25. min. 15-13

30. min. 18-16

35. min. 22-17

40. min. 25-17

45. min. 28.19

50. min. 31-22

55. min. 33-26

60. min. 36-28.

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Ingvar Gudjonsson.

Sí dómaraseðilin á mynd niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder