Flogbóltur: Oddaliðini í landskappingini hjá monnum vóru eisini tey, sum løgdu best frá landi nú steypakappingin byrjaði
Í landskappingini í flogbólti hjá monnum er eingin ivi um, hvør klárar seg best. Har eru tað Fleyr og ÍF, sum hava fingið klárt bestu byrjanina.
Í løtuni sigur stigatalvan, at ÍF er á odda við Fleyr beint í hølunum, men hagtølini siga, at Fleyr hevur fingið bestu byrjanina, tí enn hevur liðið ikki tapt í landskappingini. Tað er tí bara tí, at ÍF hevur leikt fleiri dystir, at fuglfirðingar eru á odda í landskappingini í flogbólti hjá monnum.
Gongdin í landskappingini heldur sær tó í steypakappingini, har júst somu lið hava fingið bestu byrjan. Tey eru gamaní í hvør sínum bólki, og tí er ikki óhugsandi, at vit at enda kunnu fáa eina finalu, júst millum hesi liðini.
ÍF spældi leygardagin sín fyrsta dyst í steypakappingini, á heimavølli móti Ternuni, og endaði hann við greiðum 3-1 sigri til fuglfirðingar. Fleyr vann eisini, á SÍ, men ikki so greitt sum ÍF gjørdi, tí dysturin í Sørvági sunnudagin endaði 3-2 til gestirnar úr Havn.
??rslitini av teimum báðum dystunum í steypakappingini hjá monnum vóru annars hesi:
Bólkur eitt: ÍF-Ternan 3-1 (12-25, 25-18, 25-17, 25-20)
Bólkur tvey: SÍ-Fleyr 2-3 (17-25, 25-11, 25-14, 25-27, 10-15)
Næstu dystirnir hjá monnum vera leygardagin, og eru teir hesir:
Bólkur eitt: Ternan-Mjølnir, Toftir, klokkan 15.00.
Bólkur tvey: SÍ-TB, Sørvágur, klokkan 13.30.
Steypakappingin hjá monnum er eisini skipað í tveir bólkar, tó við trimum liðum. ÍF, Ternan og Mjølnir eru í bólki eitt og Fleyr, SÍ og TB eru í bólki tvey.
Her er tað hent, at TB, sum annars ikki spælir í bestu flogbóltsdeildimi hjá monnum, hevur meldað lið til í steypakappingini. Spurningurin er so, hvussu leikur fer hjá teimum. Tað fáa vit eitt dømi um leygardagin tá teir spæla móti SÍ í Sørvági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald