2018-09-21 09:42

Tónleikakappingin Stella Polaris, ið er fyri ungar, klassiskar tónleikarar, verður hildin í Norðurlandahúsinum í døgunum 31. januar til 3. februar 2019.Kappingin er vorðin fastur táttur á hvørjum ári, annaðhvørt ár fyri klassiskar tónleikarar og annaðhvørt ár fyri rútmiskar tónleikarar.
Kappingin gevur rásarúm fyri menning hjá musikalskum evnaríkum ungum, ið spæla klassiskan tónleik. Við at seta sjóneykuna júst á hetta økið, ynskir kappingin at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd og at stimbra áhugan fyri klassiskum tónleiki sum heild.
Kappingin er skipað í trimum aldursbólkum: Til og við 13 ár, 14 ár til og við 18 ár,19 ár til og við 24 ár. Tónleikarar sum hava tilknýti til Føroyar, kunnu melda seg til kappingina.
Kappingin, ið er stuðlað av Betri Banka, er skipað í tveimum umførum. Fyrra umfarið er innleiðandi, meðan seinna umfarið er finala. Bæði umførini verða skipað sum almenn tiltøk.
Í dómsnevndini vera fimm dómarar, ið skulu meta um avrikini hjá luttakarunum og velja í mesta lagi 6 luttakarar at taka lut í finaluni.
Tilmelding letur upp í dag fríggjadag 21. september, og freistin er sett at vera 1. november 2018 kl. 13. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Tórshavnar Musikkskúlawww.tm.foAnnað um kappingina sæst at lesa á tilmeldingarsíðuni, og Musikkskúlin heitir á øll um at kunna seg væl í samband við tilmelding.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald