JN

Steinatún verður býartorg

...

2018-08-28 14:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á býráðsfundinum hóskvøldið fer býráðið at viðgera málið um nýggja býartorgið við Steinatún. Byggi- og býarskipanarnevndin hevur arbeitt við málinum um at útbyggja økið framman fyri Steinatún og hevur nú avgjørt at leggja uppskot fyri býráðið um at taka kioskina Náttarravnar burtur fyri at gera klárt til at fara undir eitt tíðarhóskandi býartorg á staðnum.

Talan er um eitt yvirdekkað økið, ið kemur at virka sum bussskýli við kunningartænastum til borgarar og ferðafólk. Bæði Steinatún og økið kring Steinatún er umvælt og broytt munandi, síðani Tórshavnar kommuna yvirtók bygningin, og húsast millum annað Kunningarstovan í hølunum á veghædd.


Bygningurin er eitt savningarstað hjá nógvum borgarum, ið dagliga nýta bussin, og er tískil tørvur á einum tíðarhóskandi bíðistaði. Loysnin er eitt nýmótans býartorg, ið bæði er eitt bíðistað og eitt slag av kunningarstaði.


Hóskvøldið fer býráðið sostatt at taka støðu til, um kioskin Náttarravnar skal takast niður fyri so at fara undir arbeiðið við hálvtakinum, ið er partur av arbeiðinum at menna býartorgið við Steinatún.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder