Politikkur

Stavanger à la carte

...

2014-10-02 17:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Veit ikki, um øll hava fingið tað við, men nakrar kommunur í Føroyum hava júst verið á oljuráðstevnu. Stavanger er miðstøð fyri norsku oljuframleiðsluni í Norðsjónum og Norskahavninum. Býurin varð tilnevndur evropiskur mentanarhøvuðsstaður í 2008, er kendur sum eitt av heimsins dýrastu ferðamálum, men økið, sum skjótt umfatar 300 túsund fólk, er eisini alheimskent fyri spennandi útbúgvingar í hópatali innan oljuvirksemið. Hesum njóta m.o. føroyingar væl av.

Tórshavn hevur vinarbýaravtalur við bæði Aberdeen, Esbjerg og Stavanger. Men Tórshavn er kortini ikki, eins og Aberdeen, Esbjerg og Stavanger, oljuhøvuðsstaður. Tórshavn hevur heldur ikki gjørt stórar íløgur í eina oljuhavn ella oljuútgerðarhavn. Hinvegin hevur Tórshavn í mong ár ynskt at byggja upp eina tænastuvinnu, sum oljufyritøkur hava og fara at hava tørv á. Nátúrliga leita oljufeløg og onnur í oljuvinnuni til høvuðsstaðin við umsiting síni.

Høvuðsstaðurin er og skal verða enn meira tilreiðar at veita tænastur, sum oljuvinnan hevur tørv á. Vit fylgja tí væl við og brynja okkum út til oljuna. Eisini tá tað kemur til tænastur á havnaøkinum, manningarskifti, catering, av- og uppskipan osfr. Tá vit í dag og komandi árini fremja útbyggingar á havnaøkinum er sjálvsagt, at vit ikki bara hugsa um farm og ferðavinnu, men eisini hugsa um virksemi á oljuøkinum.

Samstarv um oljuvinnuna

Menningin av tænastuvirkseminum í høvuðsstaðnum verður gjørd í góðum samstarvi við onnur. Oljuútgerðarhavnin er í dag á Skálafjørðinum, men harfyri eigur einki at vera til hindurs fyri, at aðrar havnir í landinum so sum Tórshavn, Vágur og Tvøroyri eftir førimuni eisini kunnu brúkast til at veita oljuvinnuni ymsar aðrar tænastur.

Hóast vit enn ikki hava funnið olju, so arbeiða hundraðtals føroyingar beinleiðis í oljuvinnu, aðrir í tænastuvinnu hjá oljuvinnuni. Ein hópur av føroyingum hevur sum orsøk av góða samstarvinum við Stavanger fingið útbúgvingar, sum eru eftirspurdar uttanlands og vónandi koma okkum væl við í framtíðini.

Millum annað tí er tað týdningarmikið, at vit vísa okkum fram á slíkum stað, hóast vit enn ikki hava funnið olju í rakstrarverdum nøgdum. Vit mugu vera við á oljuráðstevnum fyri at skapa sombond og fyri at læra. Tað er umráðandi at fáa gott samstarv og finna fram til, hvat vit kunnu og eiga at gera, nú oljuvinnan er ávegis og fyllir meira og meira í okkara gerandisdegi.

Runavíkar kommuna hevur t.d. arbeitt hart seinastu 15 árini at rudda slóð fyri vinnumenning innan oljuøkið. Og eingin má billa sær inn, at tað er av tilvild, at ein av heimsins størstu boripallum júst er umvældur inni á fjørðinum og hevur givið arbeiði til nærum allar vinnugreinir í økinum. Hetta er úrslit av góðum lobbyarbeiði - m.a. á oljuráðstevnu í Stavanger.

Føroyski básurin

Hevur tú eina tænastu ella vøru at selja, so mást tú lýsa hana til sølu. Og tað er tað, vit gera. Lítið nyttar at hava umstøður og møguleikar, um eingin veit av tí.

Føroyski básurin og alt føroyska virksemið í Stavanger seinastu mongu árini er vorðið ein sjálvsagdur partur av ONS. Vit bjóða okkum fram og vísa samstundis okkara mentan. Móttøkan umborð á Westward Ho er eitt upplivilsi, sum regluliga hevur verið vitjað av fjølmiðlum, altjóða oljufeløgum, veitingarfeløgum, borgarstjórum, ráðharrum og kongahúsinum. Hetta hevur havt stóran týdning fyri umrøðu og sambond.

Føroyska tjaldið á bryggjuni í Vågen er samstundis eitt mittpunkt í tí spennandi lobbyvirksemi, ið fer fram, tá umboð fyri føroyska vinnulívið og kommunurnar hitta umboð fyri altjóða fyritøkur og stovnar, sum vísa Føroyum og føroyingum áhuga. Nýggj sambond verða áhaldandi knýtt. Við at gera tað á júst hendan hátt fáa vit sett ljós á bæði føroyska mentan, matmentan og vinnu. Vit eru sjónlig, fólk spyrja eftir okkum ??? tí okkara konsept er øðrvísi og supplerar sera væl tað, sum almennu Føroyar hava á messuplássinum. Tí vil vinnulívið stuðla tiltakinum so væl, sum tey gera.

Og vit eru ikki hvørji sum helst í Stavanger. Góða vinarbýarsamstarvið tryggjar okkum framum so mong onnur, at vit hvørja ferð eru á fyrstu parkett, bæði við sluppini og tjaldinum. Tað slepst ikki uttanum okkum. Vit fáa nógvan stuðul frá vinnulívinum, tí fyritøkurnar hava góða nyttu av teimum kørmum, ið seinastu 10 árini eru skaptir og mentir á havnaøkinum niðri í Vågen.

Og tí er tað heldur ikki av tilvild, at okkara Statoilstjóri og fyrrverandi borgarstjórin í Stavanger, Leif Johan Sevland, sum nú er leiðari fyri ONS, brúka stóran part av tíð síni á føroyska básinum. Hetta er miðdepilin, har vinnan savnast. Sløk 92.000 fólk úr 39 londum vitjaðu ONS. Millum 1392 framsýnarar høvdu vit enn einaferð tann frmíhjárætt at liggja mitt fyri!

A la carte

Eg ivist í, um Føroya fólk hevur serligan áhuga í, hvar vit gistu og hvat vit fingu til døgverða. Meira áhugavert er, at vit t.d. fingu sýnt fram ein áhugaverdan part av føroyskari tónleika- og matmentan. Tað kundi blivið eitt áhugavert innslag í útvarpinum um marknaðarføring av føroyskum mati og drykkjuvørum uttanlands - tað kundi eisini hent, at Hallur og Kristina ella Jens Marni høvdu onkra positiva søgu at siga frá. Tað kundi eisini verið áhugavert at hoyrt frá føroysku vinnufyritøkunum, hvat tær fáa burtur úr, at Tórshavnar og Runavíkar kommunur gera hetta átakið á bryggjuni í Vågen annað hvørt ár, tá ONs er.

Annars er tað soleiðis, at tá oljuráðstevnan er liðug, so bíleggja vit longu pláss til næstu stevnu. Vit koma við í eina kvotaskipan, har vit m.a. fáa útvegað búpláss næstu ferð. Tað er ikki altíð so fínt - vit hava upplivað, at kommunal umboð hava sovið í barnakømurum í útleigaðum privathúsum, langt uttanfyri býin ella umborð á einari gamlari fergu. Og hýruvognar kosta vituliga nógv í Stavanger. Síggi á heimasíðuni hjá ONS, at hýruvognsfeløgini í Stavanger koyrdu 60.000 túrar undir ráðstevnuni!

Tórshavnar kommuna sendi ikki 21 fólk avstað heldur. Flestu av hesum vóru starvsfólk í tjaldinum og tónleikarar, og talan var altso um eitt felagsátak, ikki eina soloframførslu hjá Tórshavnar kommunu.

Og til seinast: Átakið kostaði ikki Tórshavnar kommunu 580.000 krónur, sum KvF áhaldandi og ferð eftir ferð hevur sagt Føroya fólki. Talan var um eitt felagsátak, sum varð væl stuðlað av vinnuni og kommununum, so okkara eginfígging var einans 214.000 krónur. Fáur lýgur meira enn helvtina, sigst. Men tað eydnaðist so hesaferð.

Ímyndingarevnini munnu vera ótrúliga vánalig, tá tað er meiri áhugavert, um Tobbi hevur etið hummara ella ikki, heldur enn at tosa við vinnulívsumboðini um, hvat nýtt, gott og spennandi kom og kann koma burturúr oljuráðstevnuni. Kommunan er bara millumlið her, tí vit vilja stuðla og vinnupolitiskt skapa karmar, ið skapa arbeiði og inntøkur.

Vit verða heilt vist við á ONS næstu ferð - við tí vinnuliga áhuga og tí potentiali, ið liggur í hesum, er alt annað óhugsandi.

Heðin Mortensen

borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder