Annað

Breyt inn í Apotekið og meldaði seg sjálvan

Í Skálavík hildu fólk seg síggja eina dronu, men helst hevur tað verið tyrlan hjá donsku sjóverjuni

2025-10-09 07:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Av løgreglustøðini verður í morgun sagt, at eitt ferðsluóhapp var á Hvítanesvegnum í gjár. Eingin fólkaskaði var, men tann eini førarin fær klipp fyri at koyra á annan bil.

Í Havn blivu fýra skutarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Teir blivu máldir til 54, 60, 66 og 74 km/t. Teir hava loyvi at koyra 30 km/t.

Í Skálavík hildu fólk seg síggja eina dronu í gjárskvøldið. Løgreglan fór til Skálavíkar, men tá var eingin drona at síggja. Helt hevur talan verið um venjing við tyrluni hjá donsku sjóverjuni og eitt NATO skip sum liggur eystanfyri Nólsoynna.

Um fýra tíðina í nátt var innbrot í apotekinum í SMS í Havn. Gerningsmaðurin hevði einki tikið, men meldaði seg sjálvan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder