Lýsing

Starvsfólk til stuðulstoymið í Vágum og avloysari til sama toymið

...

2019-01-30 19:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Almannaverkið søkir eftir einum starvsfólki og avloysara til stuðulstoymið, sum er fyri børn í Vágum.

Arbeiðsuppgávur

Arbeitt verður í stuðulstoyminum í Vágum og uppgávan er at stuðla og vegleiða børnini, og fara við teimum til ymisk tiltøk, millum annað svimjing.

Um størvini

Talan er um eitt starv á 40 tímar um vikuna við møguleika fyri niðursettari tíð. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.

Avloysarastarvið verður eisini sett skjótast gjørligt. Arbeitt verður sum avloysari í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.

Førleikar

??tbúgving sum námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, ergoterapeutur ella fysioterapeutur. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur starvsroyndir innan serøkið, og hevur kunnleika til ymiskar samskiftishættir. Um eingin við viðkomandi útbúgving søkir, kunnu størvini verða fyribilssett við hjálparfólki. Neyðugt er, at umsøkjarar hava koyrikort.

Trivnaðardepilin ??? Eind 4

Stuðulstoymið í Vágum er partur av Eind 4 í Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum. Alt virksemið hjá Trivnaðardeplinum í Vágum hoyrir til Eind 4.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardepilinum ??? Eind 4. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið ella Fysioterapeutfelag Føroya.

Umsókn

Skrivlig umsókn, saman við avritum av prógvum, cv og viðmælum skal sendast til[email protected]ella til Almannaverkið Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn, Viðmerkjast skal. ???Umsókn Eind 4 ??? Stuðulstoymið til børn í Vágum???.

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15.02.2019 kl.12.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara á telefon 297453 ella Ann Poulsen, leiðara, tlf. 297447.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder