Vinna

Starvsfelagið: Heimsendir starvsmenn fáa fulla løn

...

2021-11-09 15:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

R??TTARMÁL: HEIMSENDIR STARVSMENN FÁA FULLA L??N


Tveir limir í Starvsfelagnum, sum starvast hjá Vága Floghavn, áttu fulla løn, tá ið teir vórðu heimsendir part av arbeiðstíðini í fjør orsakað av korunu. Hetta er prinsipiellur sigur, sum staðfestir sterku verjuna av starvssetanini og lønarkravinum hjá starvsmonnum (funktionerum), metir Starvsfelagið.

Kann ein arbeiðsgevari senda starvsfólk, ið eru sett eftir sáttmála við Starvsfelagið og løgtingslógini um starvsmenn til hús fyribils, einans við lønarískoyti frá ALS?

Tað var tann avgerðandi spurningurin, tá ið Starvsfelagið í fjør stevndi Vága Floghavn eftir endurgjaldi fyri lønarmissin, sum tveir starvsmenn í føstum starvi í Vága Floghavn høvdu, tá ið teir í fjør vóru sendir heim ein part av arbeiðstíðini, eftir at landið varð rakt av korona-farsóttini.

Sakarkravið var, at arbeiðsgevarin rindaði munin millum ALS-ískoytið og teirra vanligu løn. Vága Floghavn hevur nú avgjørt at gjalda munin, og tað inniber, at málið er endað, áðrenn tað yvirhøvur kom til endaliga dómsviðgerð í rættinum.

Hetta merkir, at Starvsfelagið hevur vunnið málið. Umframt, at teir báðir starvsmennirnir fáa munin millum ALS-lønina og teirra vanligu løn endurgoldnan frá Vága Floghavn, er arbeiðsgevari teirra dømdur at gjalda allan sakarmálskostnaðin.

HEIMSENDIR VIÐ ALS-ÍSKOYTI

Tá korona kom til landið í fjør, hevði tað stóra ávirkan á flogferðsluna. Hetta gjørdi, at Vága Floghavn avgjørdi at senda fleiri av sínum starvsfólkum heim, heilt ella part av arbeiðstíðini, við stuðli úr serligu Korona-skipanini hjá ALS.

Teirra millum vóru tveir limir í Starvsfelagnum, sum í síni persónligu setan vóru settir sambært kollektivum sáttmála hjá Starvsfelagnum. Hetta gjørdi, at menninir mistu fleiri túsund krónur um mánaðin í inntøku av heimsendingini.

Vága Floghavn gjørdi galdandi, at talan var um eina sokallaða force majeure støðu, sum gjørdi, at Vága Floghavn, orsakað av ógvusliga minkandi virksemi vegna korona-tiltøkini, hevði rætt til fyribils at senda teir báðar starvsmennirnar heim ein part av arbeiðstíðini, uttan aðra løn enn lønarískoytið frá ALS.

Starvsfelagið vísti afturímóti á, at talan er um starvsmenn við ófrávíkiligum rættindum til løn, sambært løgtingslógini um starvsmenn.

Tá partarir ikki kundu semjast, stevndi Starvsfelagið Vága Floghavn vegna teir báðar limirnar.

PRINSIPIELLUR SIGUR

- Hetta málið er ein prinsipiellur sigur fyri felagið og setanarrættindini hjá starvsmonnum (funktionerum). Starvsfelagið metir, at við hesum hava vit fingið staðfest, at sendir ein arbeiðsgevari starvsmann til hús við teirri grundgeving, at einki ella minni arbeiði er til hann vegna koronu, so hevur arbeiðsgevarin kortini skyldu at gjalda honum sína vanligu løn sambært setanaravtaluni, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

- Limirnir í Starvsfelagnum eru allir starvsmenn og hava krav um sína fullu løn í minsta lagi í einum tíðarskeiði, ið svarar til teirra uppsagnartíð, sum hjá teimum báðum monnunum á flogvøllinum var 6 mánaðir. At senda menninar heim ein part av arbeiðstíðini, við einum lønarískoyti, sum var minni enn vanliga lønin, var brot á setanaravtaluna. Løgtingslógin um starvsmenn er ein starvsrættarlig verjulóg, sum ikki kann frávíkjast til bága fyri løntakaran, sigur Súni Selfoss.

Eitt stórt tal av arbeiðstakarum á privata arbeiðsmarknaðinum vórðu sendir heim eftir Korona-skipanini hjá ALS, tá ið koronafarsóttin rakti landið í fjør, og í nógvum førum fingu teir bert lønarískoytið frá ALS.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder