2015-08-16 17:29

Ferðamannaskipið Star Legend kom á Havnina um 8-tíðina í morgun. Eftir ætlan skal Star Legend fara av Havnini aftur um 16-tíðina seinnapartin.
Star Legend er 135 metrar langt og 20 metrar breitt sambært marinetraffic.com. Skipið var heimahoyrandi í Norra frá 1992 til 2001, síðani tá hevur tað verið undir flagginum hjá Bahamas.
Veðurlíkindi eru góð til ferðafólk.
Star Legend var eisini á Havnini mánadagin í hesari vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald