Vinna

Sorella nýggjan eigara

...

2020-06-04 15:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klædnahandilin Sorella í Miðvági hevur fingið nýggjan eigara.

Jónhild Lindenskov við Áir hevur yvirtikið handilin. Jónhild hevur royndir í klædnahandli, og eri sera spent uppá at reka Sorella framyvir.

Fráfarandi eigarin Eyð Ellingsgaard er takksom fyri góða stuðilin hesi árini síðani handilin lat upp í 2005, ikki minst fyri dygga stuðilin frá fólki her vesturi.

Sorella takkar Eyð fyri tíðina, og ynskir henni bestu eydnu framyvir.

Móttøka við nýggja og fráfarandi eigarunum verður lýst ein av komandi døgunum.

Sorella

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder