Portal.fo skrivar: Nýggjasta stjørnuskotið á føroyska fótbóltshimmalinum, Sonni Ragnar Nattestad, var fyri fyrstu ferð við frá byrjan í einum superligadysti, tá FC Midtjylland møtti Brøndby á heimavølli í kvøld.
Sonni Ragnar Nattestad spældi ein góðan dyst, men Brøndby vann 1-0 við einum máli, sum Martin ??rnskov gjørdi, tá góðir fimm minuttir vóru eftir av dystinum. Málið kom eftir innlegg úr høgru síðu, har Quincy Antipas við eini snildari hælsending lumpaði FC Midtjylland-verjuna.
Fyrrverandi danski landsliðsspælarin Jesper Grønkjær var viðmerkjari hjá TV3+, sum vísti dystin beinleiðis. Hann hevði nógv gott at bera føroyska verjuspælaranum hjá FC Midtjylland og samanbar hann við Mathias ???Zanka??? Jørgensen, sum FCK seldi til PSV Eindhoven í fjør.
Nú danska kappingin næstan er komin í helvt, er FC Midtjylland framvegis á odda við 30 stigum, nú fyri 16 dystir. Men kappingin er rættiliga jøvn, og líkt er til, at øll liðini kunnu taka stig frá hvørjumøðrum. Í annaðkvøld spæla AaB og FC Nordsjælland, og við einum sigri kann AaB koma upp á sama stigatal sum FC Midtjylland.
Ítróttur
Sonni Ragnar við frá byrjan men FC Midtjylland tapti
...
2013-11-25 02:53
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald