2013-11-18 16:29
Fyri einum ári síðani fekk Sonni Ragnar Nattestad møguleikan á U19-liðnum hjá FC Midtjylland. Men seinasta árið er gingið skjótt. Fyri fáum døgum síðani fekk miðvingurin nýggjan fimm ára sáttmála við felagið, og í dag er Sonni partur av superligaliðnum hjá FC Midtjyllandi
-Eg kann ikki siga annað, enn at tað gongur ordiliga væl fyri tíðina. Eg havi fingið møguleikan á besta liðnum hjá FC Midtjylland, sum í seinastu viku gav mær nýggjan fimm ára sáttmála, og nú eri eg eisini úttikin til A-landsliðið, so eg eri væl nøgdur, sigur ungi miðvingurin, Sonni Ragnar Nattestad, ið fyri fyrstu ferð nakrantíð er úttikin til føroyska A-landsliðið, sum í hesum døgum fyrireikar seg til vinardyst ímóti Malta.Fyri einum ári síðani fekk Sonni Ragnar Nattestad sáttmála við superligafelagið FC Midtjylland. Fyrstu tíðina spældi Sonni við U19-liðnum, men í seinastuni hava verið boð eftir honum á besta liðnum.
- Eg havi ment meg rættuliga nógv, síðani eg kom til FC Midtjylland. Dagliga venji eg saman við góðum leikarum, og tá vit spæla dyst, so møta vit altíð sterkari mótstøðu. Í felagnum læri eg eisini at liva professionelt og rætt, og alt hetta ger, at eg havi størri møguleika at koma longri sum fótbóltsleikari, sigur nýklækti føroyski landsliðsleikarin.
Sonni Ragnar Nattestad byrjaði sum heilt ungur at spæla fótbólt við MB. Beinanvegin sást, at hávaksni miðvingurin hevði góð evnir, og seinastu tvey árini, áðrenn yrkissáttmálin varð undirskrivaður við FC Midtjylland, vóru boð eftir Sonna í 07 Vestur. Har afturat hevur Sonni Ragnar Nattestad eisini roynt seg á fleiri av ungdómslandsliðunum, og mong hava allarhelst bara bíða til Sonni fór at verða úttikin til A-landsliðið.
Tá so Lars Olsen úttók hópin til vinardystin ímóti Malta, var navnið hjá Sonna Ragnar Nattestad millum teir 19 leikararnar, ið landsliðsvenjarin hevði úttikið.
- Fyri meg er hetta ein stórur dreymur, ið endiliga er vorðin til veruleika. Eg sleppa at spæla saman við teimum bestu føroysku fótboltsleikarunum, og nú síggi eg við spenningi fram til, at eg sleppi á vøllin fyri føroyska A-landsliðið, sigur Sonni Ragnar Nattestad, sum ætlar sær at vinna ímóti Malta týskvøldið.
- Eg vænti ein javnan dyst ímóti Malta, men vit eru komnir her til fyri at vinna, so tað vóni eg veruliga at vit gera, sigur Sonni Ragnar Nattestad at enda.
Vinardysturin millum Malta og Føroyar verður spældur á Ta??? Qali Leikvøllinum í Valletta á Malta, týskvøldið kl. 18:00, føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald