JN

Sóknast eftir vitnum til eldsbrunan í AA húsinum á Tinghúsvegnum í Havn

...

2016-07-22 13:21 Author image
placeholder

?? samband við eldsbrunan í AA húsinum á Tinghúsvegi 37, mikudagin tann 21. juli 2016 kl. 22.55 stóðu tveir dreingir uml. 10-12 ára gamlir undir Pisuvarða og hugdu at eldinum. Tá ið ein vaksin vildi í samband við teir, runnu teir frá staðnum. Politiið vil fegin tosa við dreingirnar, tá teir møguliga kunnu vera vitnir í málinum.

Eisini vil politiið fegin hoyra frá øðrum, sum halda seg hava sæð okkurt illgrunasamt í samband við eldsbrunan.


Politistøðin hevur tlf. 351448

Jón Klein Olsen

varapolitiinspektørur

Kanningardeildin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder