2013-12-04 03:11

Tórshavnar Súkklufelag (TSF) hevur gjørt avtalu við Sølumiðstøðina SMS.
Avtalan inniber, at súkklarnir hjá TSF sleppa at venja á súkklu í parkeringskjallaranum í SMS køldu vetrarmánaðarnar.
Í TSF eru tey sera væl nøgd við avtaluna við SMS. Umstøðurnar í parkeringskjallaranum eru góðar, og tað at sleppa at venja har í vetur, kemur heilt víst at síggjast aftur í úrslitunum komandi summar, verður sagt frá TSF.
Myndirnar eru frá venjingini í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald