2014-09-23 14:56
Grønlendski trolarin Ilivileq kemur á Havnina við uml. 970 tonsum av makreli, ið er fiskaður í eystur Grønlandi.
Grundin til, at teir landa veiðuna í Føroyum er, at skip, ið fiskað makrel í Grønlandi sleppa ikki at landa veiðuna í Íslandi. ?? síðstu viku landaði Tasiilaq góð 800 tons i Føroyum av somu ársøk.
Hvussu leingi tað tekur at landa Ilivileq vita vit ikki. Ilivileq er fyrrverandi Skálaberg, ið hevði heimstað í Klaksvík, skipið bleiv síðan selt til Argentina, men tá ið eigararnir ikki fingu endarnir at røkka saman, seldu teir skipið til Hf Brim í Íslandi. Hf Brim hevur síðan gjørt íløgu í eitt grønlendskt felag, ið hevur leigað Ilivileq at fiska makrel í Grønlandi.
Les eisini: Akraberg og Slættaberg sigla inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald