2015-03-06 03:50
Slættaberg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, fór í kvøld at sigla inn við 1.100 tonsum, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Vit á JN.fo tosað umborð fyri løtu síðan - Slættaberg hevur bara verið úti í 4 dagar, støddin á svartkjaftinum er heldur fragari, enn seinasta túr, støddin nú liggur um 100 gramm.
Teir hava hampuligt veður nú teir sigla inn, teir rokna við at verða á Fuglafirði seint í nátt. Slættaberg skal byrja at landa kl. 7 í morgin.
Tað eru 11 mans við Slættaberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald