Slættaberg siglir inn fullfermdur av svartkjafti - 1.400 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún.
Vit á JN.fo tosaðu umborð nú í nátt - Teir søgdu, at fitt av svartkjafti var at síggja sunnanfyri, men einki annað skip var á feltinum, heldur ikki nakað útlendskt skip.
Veðrið var hampuligt, men aldan var høg - Teir verða á Fuglafirði til arbeiðstíð mikumorgunin, har teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn.
Í løtuni er einki føroyskt skip á svartkjaftaveiðu, Slættaberg siglir inn og Næraberg, sum var á svartkjaftaveiðu vestur úr Írlandi, landar í Hollandi, teir fara helst nýggjan túr í morgin.
Norðborg og Jupiter eru á lodnuveiðu við Ísland, Christian í Grótinum er á veg til Ísland, ímeðan Finnur Fríði landar lodnu í Kollafirði og Tróndur í Gøtu hevur landað lodnu á Tvøroyri, teir loystu beint eftir midnátt, og fara aftur á lodnuveiðu við Ísland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald