2014-08-02 16:41
Slættaberg kom á Kollafjørð tíðliga í morgun við 400 tonsum av makreli, sum teir hava tikið frá Vestmenningi/Skoraberg, Polarhav/Stjørnuni og Smaragd/Safir. Skipini hava roynt á Rygginum vestur ímóti markinum við Ísland.
Í kvøld kemur Tummas T. á Kollafjørð við 500 tonsum, teir hava eisini tikið ímóti fiskinum frá partrolarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald