2014-10-29 03:55
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Slættaberg og Atlantsfarið, sum hava samtrolað eftir sild á 64N og 5V, eru báðir áveg á Kollafjørð at landa.
Slættaberg verður inni kl. 5 í nátt, teir hava 500 tons, Atlantsfarið kemur seinni á Kollafjørð, teir hava 400 tons.
Bæði skipini eiga nakað eftir av sild, so tá ið farið verður avstað aftur, gongur leiðin norðuryvir á sildaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald