Vinna

Slættaberg kemur á Kollafjørð við 900 tonsum

...

2014-09-23 18:17 Author image
placeholder

Slættaberg, sum hendan túrin hevur verið móttøkuskip hjá smærru trolarunum, fór í nátt at sigla inn við góðum 900 tonsum av makreli, sum teir skulu landa á Kollafirði.

Slættaberg kemur á Kollafjørð kl. 17, men teir sleppa ikki framat at landa fyrrenn um 21-tíðina í kvøld. Í løtuni landar Atlantsfarið til Faroe Pelagic.

Ísfiskaskipini og gulllaksaskipini komu í rættuligan rokfiskiskap, okkurt av parinum hevur fiskað 1.100 síðan leygarkvøldið - talan er um Polarhav og Stjørnuna, men eisini onnur hava havt rættuligan góðan fiskiskap.

Sí eisini: Slapp ikki at landa í Íslandi - ávegis til Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder