2014-11-26 13:00
Slættaberg kom fyri løtu síðan á Kollafjørð við 1.000 tonsum av makreli, sum er fiskaður í ES-sjógvi vestur úr Hetlandi.
Slættaberg skal landa til Faroe Pelagic. Í løtuni landar Asbjørn Senior, men Slættaberg sleppur framat um middagin, tá ið Asbjørn Senior er liðugur.
JN.fo tosaði umborð á Slættaberg, teir søgdu, at nú var makrelkvotan øll fiskað. Teir rokna tí við at fara á svartkjaftaveiðu, tað ið eftir er av árinum.
Les eisini: Fagraberg gjørt ein skjótan makreltúr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald