2015-01-28 03:37
Slættaberg, sum tað seinastu tíðina hevur verið til umvælingar hjá MEST í Havn, loysti í dag, teir hava sett kós í ein landsynning, um teir fara á makrel- ella um teir fara á svartkjaftaveiðu vita vit ikki í løtuni.
Íslendska skipið, sum hevur verið á Fuglafirði við tí eina trolinum, hevur eisini loyst, teir sigla í ein sunnan.
Á svartkjaftafeltinum í kvøld eru: Jupiter, Næraberg, Fagraberg, Finnur Fríði, Christian í Grótinum, Tróndur í Gøtu og eisini 4 russisk skip.
Veðrið er hampuligt á leiðini sunnanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald