
Frá Týsdegnum 18. oktober og til týsdagin 1. november 2016 liggur vallistin til skúlastýrisvalið frammi á kommunuskrivstovni hjá Vága kommunu í Sandavági og á skrivstovuni í Skúlanum á Giljanesi.
Fólk, sum ikki eru á vallistanum, men hava valrætt og valbari, skulu venda sær til skúlastjóran ella kommunuskrivstovuna í seinasta lagið 1. november við undirskrivaðari váttan fyri at koma á vallistan.
Til skúlastýrið skulu veljast trý foreldraumboð.
Á hvørjum uppstillingarlista kunnu vera í mesta lagi 6 valevni, og á listanum skulu vera í minsta lagi eins nógvir stillarar sum talið á uppstillaðum valevnum.
Ein av stillaranum skal vera tilskilaður sum ábyrgdarhavandi, og skal hesin geva teimum uppstillaðu valevnunum á listanum boð um, at tey eru á listanum.
Uppstillingarfundur verður í skúlanum á Giljanesi týsdagin 18.oktober kl.19.30.
Á fundinum kunnu valevnislistar latast inn.
Seinasta freist at lata valevnislistar inn er týsdagin 1. november kl. 18.00
Annbritt Toftegaard
valstýrisforkvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald