JN

Skilaleys handfaring av eysturgrønlandskvotuni í 2016

...

2016-08-12 11:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Felagið Línuskip umboðar tolnar limir. Her eru nøkur fakta, sum prógva hetta, og vit meta, at tíðin er komin at greiða alment frá, hvussu illa fiskivinnufyrisitingin arbeiðir.

Á heysti 2015 fingu Føroyar á fyrsta sinni í nýggjari tíð eina rímuliga góða botnfiskakvotu við Eysturgrønland. Kvotan á 950 tons er ætlað línuskipunum sum felagskvota. Hetta hevði verið eitt bragd, um hon var rætt handfarin.

Fyri at skilja týdningni av hesari kvotuni kunnu vit upplýsa, at snellu- og línuskipini eiga 5.600 tons av botnfiski undir Íslandi, og hetta verður ofta mett ájavt við gull, tí fiskað verður uttanfyri okkara egna sjóøki. Tað sama er við teimum knapt 3.000 tonsunum á Flemish Kap. Tí skulu 950 tons nýggj við Eysturgrønland ikki undirmetast í tí stóru myndini. Føroysk línuskip fiska vanliga 12.000 tons um árið, herav verður bara helvtin fiskað við Føroyar. Hvør einasti nýggjur stertur telur við tann rætta vegin.

Í nýggju avtaluni við Grønland er ásett, at í mesta lagi 6 føroysk línuskip kunnu fiska undir Grønlandi í senn. Tað kann Felagið Línuskip samskipa innanhýsis millum limirnar/skipini.

Afturfyri hesa nýggju kvotuna í Eysturgrønlandi fingu grønlensk uppisjóvarskip 8.000 tons av svartkjafti í Føroyum. Og nú er tað, at almennu Føroyar byrja at vísa sína (av)makt. Longu fyrst í árinum fingu grønlendsku uppisjóvarskipini síni loyvi útskrivað og fiskaðu sín part beinan vegin. Vit kunnu leggja afturat, at longu 2. januar í ár var tað fyrsta norksa línuskipið í føroyskum øki, tí normenn eins og grønlendingar eru førir fyri at útskriva fiskiloyvi, tá tey skulu brúkast.

Men soleiðis skuldi ikki ganga hjá teimum føroysku línuskipunum. Felagið Línuskip hevur fleiri ferðir heitt á Fiskimálaráðið og landsstýrismannin um beinan vegin at útskriva føroysku fiskiloyvini til grønlendsku botnfiskakvotuna so vit kundu leggja árið til rættis. Men tað bar ikki til, og loyvini til eysturgrønlandskvotuna blivu tískil vavd runt í politisku skipanini. Onki loyvi bleiv útskrivað fyrr enn stutt fyri ??lavsøku, 9 mánaðir eftir avtaluna við Grønland. Vit kundu byrjað fiskiskapin fyrr í árinum og harvið bjargað okkum kvotuna upp úr sjónum, meðan fiskur var at fáa.

Nú, tá loyvini loksins eru útskrivað, so er ikki ein stertur at fáa í Eysturgrønlandi, hóast onnur skip høvdu rokfiskiskap har tíðliga í summar ??? og (næstan) almenn vitan er eisini, at fiskurin ofta fer antin upp í sjógvin ella flytir seg munandi á hásumri fyri síðan at taka botn aftur um heystið. Tískil eru bara 28-30 tons av teimum 950 nýggju tonsunum fiskað við Eysturgrønland higartil í ár. ??ll vita, at farvatnið við Eysturgrønland er ikki til smá skip á vetri.

Tolið hjá limunum í Felagnum Línuskip er skjótt uppi, tá tað er so ringt politiskt handalag. Tað skal tó sigast um fiskimálaráðharran, at hann hevur verið so mikið stórur maður kortini og hevur biðið okkum umbera seta fyri hetta drálið, ???men tað kom politikkur uppí og málið dróg út, segði hann. Vit eru bangnir fyri, at ???politikkur??? her merkir, at summi vilja selja kvotuna sum livandi fisk.

Føroyska fiskivinnufyrisitingin hevur eisini púra óneyðugt noytt skipini at forhondsbinda seg til ávís og sera stutt tíðarskeið soleiðis, at júst í løtuni eru vit í holtur við ???Tíðarskeið 2??? viðv. eysturgrønlandskvotuni, men onki skip er har yviri nú vegna fiskaloysi. Um 7 dagar byrjar heimagjørda ???Tíðarskeið 3???, og harvið missa fleiri skip sín møguleika í Eysturgrønlandi í ár, tí vit frammanundan valdu hvør sítt tíðarskeið, og frásøgdu harvið okkara egna møguleikan at fiska í einum øðrum tíðarskeiði, hóast grønlendsku myndugleikarnir eru líkaglaðir ??? bara ikki fleiri enn 6 skip fiska í senn. Hetta er onki annað enn politisktir fótonglar, men tað tykist sum ongin politikkari veit av hesum. Tí koyra vit hesi boðini út nú.

Tað ber sostatt ikki til at fiska kvotuna í Eysturgrønlandi í ár eftir tí leisti, sum fiskimálaráðharrin ætlaði. Vit hava ein mistanka um, at júst hesar heimagjørdu, teknisku forðingarnar skulu undirbyggja projektið hjá núverandi samgonguni, at í komandi tíðum skulu skipini keypa allan fisk sum livandi tilfeingi.

Men Føroyar HAVA keypt eysturgrønlandskvotuna og hava goldið við at lata 8.000 tons til grønlendsku uppisjóvarskipini. At keypa sama ting fleiri ferðir var ikki gott latín í gomlum døgum.

Felagið Línuskip hevur áður átalað Fiskimálaráðið fyri at leggja heimagjørdar fótonglar í veginfyri Eysturgrønlandskvotuni í summar, og vit hava víst á, at tess fríari karmar skipini fáa, tess betri optimering ber til at gera. Men onkursvegna tykist tað soleiðis, at skipini skulu detail-stýrast júst av teimum, sum hava minst skil uppá fiskiskap.

Vit hava eisini víst á møguleikarnar at býta kvotur um millum skipini, tí eysturgrønlandskvotan gevur bara uml. 50 tons av kruvdum fiski til hvørt skipið, um øll fiska sín lut. Vit hava mælt til, at t.d. kann Skip A lata grønlandskvotu og fáa íslandskvotu hjá Skipi B. Hetta verður gjørt uttan pening millum feløgini, men av tí sama hevði borið til at optimera raksturin soleiðis, at øll skipini gera góðar túrar og øll fáa lut í grønlandskvotuni ??? antin beinleiðis ella við umbýti við íslandskvotu. Skipini í Barentshavinum loysa javnan líknandi avbjóðingar sína millum , so tað ber eisini til hjá línuskipunum. Men tað skuldi heldur ikki bera til.

Sum ???løn??? fyri, at nøkur línuskip í 2012-2015 hava vunnið øllum Føroyum nýggjar møguleikar uttanfyri føroyskt sjóøki, ætlar samgongan at skerja tey bestu skipini við 30% av veiðumøguleikanum undir Føroyum. Og hesi fáa at kalla onki aftur úr ætlaðu ???fiskidaga-kioskini???. Júst hesi skipini fiska mest av longu og brosmu ??? meðan ætlanin er at verja føroyska toska- og hýsustovnin. Tað er onki høpi í uppskotinum hjá landsstýrismanninum, sum tað higartil hevur sæð út.

Skjótt ber ikki til at skera tingini út í papp longur, tí onki tilfar er eftir. Men hetta er so ein partur av tí, sum skipini í bólki 3 skulu stríðast ímóti umframt tí vanliga rakstrinum á havinum, ið bókstavliga skiftir, sum vindurin blæsir.

Felagið Línuskip

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder