2014-10-31 14:34
Fyrireikingin við at víðka um Skansabryggjuna og Eystara havnaøki við uml. 163.000 m2 og eini atløgusíðu uppá uml. 700 m, er nú komin so væl áleiðis, at B1-havnaøki í almennu byggisamtyktini verður víðkað.
Umhvørvisárinskanning fyri útbyggingina er send Umhvørvisstovuni til góðkenningar, modelroynd og aldusimuleringar eru gjørdar á DHI og Yvirfriðingarnevndin hevur játtað útbyggingini.
Málið varð samtykt í gjárkvøldið við 12 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Skrivar Tórshavnar kommuna á heimusíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald