2015-03-28 18:31
Klaksvíkstrolarin Sjúrðarberg er farin at sigla heim við fullari last - góð 700 tons av heysaðum fiski - meginparturin er toskur.
Sjúrðarberg hevur roynt í norskum sjógvi, fiskiskapurin hevur verið framúr góður, teir fóru úr Føroyum 25. februar.
Væntandi verður Sjúrðarberg á Klaksvík mánadagin.
Flakatrolararnir Gadus og Akraberg royna um somu leið, sum Sjúrðarberg hevur roynt, teir hava eisini havt góðan fiskiskap. Flakatrolarin Enniberg er í dogg á Skála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald