
Í dag 30. november kl.11:30 varð fyrsta flagið loyst fyri nýggja bygninginum hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi.
Tað var Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í Vinnu- og umhvørvismálum, sum loysti fyrsta flagið.
Nýggja Sjóvinnustýrið varð boðin út í heildararbeiðistøku. Bygningsánari er Umhvørvis- Vinnumálaráðið, Byggiharri er Landverk og Búsetur er høvuðsarbeiðistakari. Zeta arkitektar hava teknað og sniðgivið bygningin.
Nýggi kontórbygningurin fer væntandi at standa liðugur á várið 2023.
Tað var í 2002 av Sjóvinnustýrið varð flutt vestur í Vágar, tað helt til fyrst í Miðvági og seinni í Sørvági, men tey seinastu 4 árini hevur tað hildið til í Havn.
Tað verður byrjað beinanvegin, sum sæst á myndunum, so eru fyrstu gravmaskinurnar longu komnar á økið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald