JN

Sjáldsom teka funnin í Sandavági

...

2021-10-31 22:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fríggjadagin fann Anita í Soylu hesa flottu nymfuna av "Suðurlendskari stink teku" ella "Bønuteku" (Nezara viridula) í Sandavági.

Hildi verður at "Suðurlendsk stink teka" ella Bønuteka" upprunaliga er úr Etiopia, hon kann flúgva sera langt og hevur tí stóra útbreiðslu í tropisku londunum, men er eisini innsløgd við ymiskum bønu plantum og grønmeti um allan heimin.
Frá tí at eggini kleka til tekan er vaksin, skal hon í gjørnum fimm hamskiftir, hendan nymfan er í triða hamskifti. Vaksna tekan er grøn um summari og brún um veturin, men tað finnast trí undursløg og fyri at greina tey skal tekan verða full vaksin.
Hendan tekan er helst innsløgd við grønmeti.
Hettar er sætta skrásetingin av Suðurlendskari stinkteku" ella "Bønuteku" fyri landi og fyrsta skrásetingin var tann 12 novembur 2012, sæst á heima síðuni hjá Jens Kjeld Jensen, www.jenskjeld.info

Orð og mynd: Rodmund á Kelduni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder