2021-02-01 23:39
Leygardagin landaði grønlendska skipið Polar Amaroq útvið 700 tons av frystari lodnu í Eskifirði í Íslandi, tað eru nærum trý ár síðan at lodna er landað í Íslandi.
Polar Amaroq fekk lodnuna eystur úr Eysturlandinum, lodnan var væl fyri, meðalvektin lá um 25 gramm-
Polar Amaroq fór beint aftur til fiskiskap, og komu tá beint aftur í rokfiskiskap, tað skrivar SVN.is.
Føroysk skip kunnu í fyrsta umfari fiska 3.050 tons av lodnu við Ísland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald