Mentan

Signar í Homrum á Tórsfest leygardagin

...

2015-07-23 15:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Signar í Homrum telist millum best umtóktu tónleikararnar í landinum í løtuni. Vit kenna hann við løgum sum ???Tað er gott at elska???, ???Mín skattur??? og ???kærleikans mátt??? sum nærum eru blivin fólkaogn.


Signar í Homrum hevur verið virkin tónleikari og sangskrivari í 25 ár, har hann spældi nógv ár við bólkinum Kjølum. Seinnu árini hevur hann verið sangari í bólkinum Rox samstundis sum hann hevur staðfest sína støðu sum solistur, eftir at hann fyri nú trimum árum síðani gav sína fyrstu fløgu út.

Signar spælir saman Henningi Nicodemussen og John Johansen, og teir fara uttan iva at fáa alla fjøldina at syngja við á miðnátt leygarkvøldið.

Vænta nógv fólk
Forsølan til Tórsfest hevur gingið sera væl og eftir henni at døma, verða nógv fólk á Tórsfest. Veðrið sær eisini út til at blíva heilt gott leygardagin.
Atgongumerki kunnu nú keypast í Kunningarstovuni í Havn fyri duraprís, har eisini ber til at fáa armband.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder