Ítróttur

SÍF vann sín fyrsta sigur

...

2013-11-16 14:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjárskvøldi hevði Neistin vitjan av SÍF, í bólkinum 2. deild menn B. 

Liðið hjá SÍF hevði spælt tríggjar dystir áðrenn dystin í gjár. Allir vóru endaðir við tapi, men tað sást frá dystarbyrjan, at tað ætlaðu liðið úr Vágum ikki at endurtaka. Teir stríddus, sum bjarnir í verjuni, tað var ikki nøkur løtt uppgáva hjá neistamonnum at sleppa í gjøgnum verjuna hjá SÍF, teir royndu so at skjóta útifrá, men tá vóru stórir menn, sum Jákup Gardar og Jákup Olaf í blokkinum.

Neistin var bara einaferð frammanfyri í dystinum og tað var 1-0, so dróg SÍF bara frá Neistamonnum. Hálvleikstøðan var 15-10 til útiliðið.

Í seinna hálvleiki vóru SÍF í løtum frammanfyri við omanfyri 12 málum, men tá ið tað restaðu 10 min í, kom stígur í at skjóta mál, og Neistin fekk minka um munin. Dysturin endaði 30-23 til SÍF.

Næsti dystur hjá SÍF verður í annaðkvøld, tá teir taka ímóti ósigraðu hoyvíksmonnum klokka 18:30 í høllini á Giljanesi.

Neistin: Christian Dan Sørensen 2 mál, Kristin Hálberg, Gilli Larenvzern 3 mál, Gunnar Thomsen 2 mál, Áki Petersen 3 mál, Jógvan Torkilson 2 mál, Jonas Stórá 5 mál, Heðin L. Nielsen, Sørin Samuelsen 2 mál, Sjúrður Reginsson 3 mál og Hans Petur Brekkstein 1 mál.

SÍF: Hans Otto Samuelsen, Bjarni Dalsgaard, Eli F. Nielsen 5 mál, Hørður Johansen 5 mál, Jóanis AlbertNielsen 5 mál, Jákup Gardar Joensen 5 mál, Jóhan Hendrik Ellefsen 4 mál, Tóri Nielsen, Uni F. Nielsen 1 mál, Jóannis á Steig 2 mál og Jákup Olaf Johannesarsin 3 mál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder