Oddaliðið H71 mátti í kvøld dvína fyri SÍF, dysturin varð leiktur í høllini á Giljanesi. Liðið hjá SÍF er eitt lið við ungum spælarum, ímeðan H71-liðið vóru eldri royndir leikarar.
Tað sást beinanvegin, at talan gjørdist um ein javnan og spennandi dyst, bæði liðini vildu vinna. Liðini fylgdust eisini væl allan fyrra hálvleik, tey skiftust at liggja omaná, men móti endanum vóru vágamennirnir drúgvari og kundu fara til hálvleiks við 1 máli frammanfyri hoyvíksingarnar - støðan 15-14.
Fyrst í seinna hálvleiki dróg SÍF frá, teir hildu eisini leiðsluna allan seinna hálvleik og vunnu samanlagt 32-28 - ein fittlig løta í Høllini á Giljanesi í kvøld.
H71 liggur fremst í deildini teir hava 6 stig fyri 4 dystir, SÍF hevur 4 stig fyri 4 dystir, tað hava FC-Kvívík og Team Klaksvík eisini.
SÍF: Brandur Sjúrðason, Bjarni Dalsgaard 2 mál, Tóri Nielsen 1 mál, Jóanis Albert Nielsen 1 mál, Eli F. Nielsen 11 mál, Jóannis á Steig 2 mál, Uni F. Nielsen 1 mál, Hans Otto Samuelsen 2 mál, Hørður Johansen 4 mál, Páll ??lavson, Jákup Gardar Joensen 6 mál og Jóhan Hendrik Ellefsen 2 mál.
H71: Tórður Thomsen 3 mál, Dávur Simonsen 4 mál, Christian Zachariasen 6 mál, Olaf Vesturgarð 3 mál, Terji Poulsen 2 mál, Hanus Thorleifsson 3 mál, Tróndur Vatnhamar 7 mál og Jørgin Kristansen.
Støður:
5. min. 1-2
10. min. 3-5
15. min. 7-8
20. min. 10-10
25. min. 13-13
30. min. 15-14
35. min. 18-15
40. min. 21-19
45. min. 23-21
50. min. 25-23
55. min. 28-26
60. min. 32-28
Áskoðarar: 35
Dómarar: Mass Anthoniussen og Álvur Samuelsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald