Dysturin á Giljanesi í kvøld ímillum 2-deildarliðini hjá SÍF og HC-Kvívík endaði við sigri til SÍF 27-18 eftir hálvleikstøðuna 12-6 til SÍF.
Dysturin byrjaði annars sera javnt, liðini fylgdust til 19. minutt tá støðan var 5-6 til HC-Kvívík, men HC-Kvívík misti stevið, teir fingu einki mál teir seinastu 11 minuttirnar í fyrsta hálvleiki, hálvleikstøðan gjørdist 12-6 til SÍF.
Í seinna hálvleiki royndi HC-Kvívík at koma aftur í aftur, støðan gjørdist 13-9 í 34. minutti, men so koyrdi tað bara hjá SÍF, teir komu uppa 22-12 í 22. minutti og dysturin sá út til at vera avgjørdur, men so fekk HC-Kvívík vind í seglini, teir skoraðu 5 mál og komu uppá 22-17. Teir seinastu minuttirnar hevði SÍF tamarhald á støðuni og vunnu samanlagt 27-18.
SÍF: Brandur Sjúrðason, Bjarni Dalsgaard, Páll ??lavsson, Jóanis Albert Nielsen 3, Jóannis á Steig 2, Heini Falkvard 6, Uni Falkvard 2, Hørður Johansen 5, Janus E. Nielsen 2, Jákup Gardar Joensen 5, Jákup Olaf Jóhannesarson 2 og Jóhan Hendrik Ellefsen.
HC-Kvívík: Rógvi Holm, Petur Johansen, ??ssur Andreasen 3, Kartin Vang 1, Mortan Andreasen 3, Torstein Brattaberg, Eyðun Petersen, Fríðálvur Múller 4, Jón Muller 2, Bjarni Jørgensen 5, Magnus F. Joensen og Símun Johansen.
Støður:
5. min. 1-1
10. min. 2-3
15. min. 3-5
20. min. 5-6
25. min. 8-6
30. min. 12-6
35. min. 13-9
40. min. 15-9
45. min. 16-11
50. min. 20-12
55. min. 22-14
60. min. 27-18
Dómarar: Álvur Samuelsen og Mass Anthoniussen.
Áskoðarar 50.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald