Í 2. deild hjá monnum varð ein hondbóltsdystur leiktur í kvøld í Høllini á Giljanesi, dysturin var millum SÍF og Team Klaksvík.
Dysturin var sera javnur og spennandi - spenningurin helt sær allan dystin, úrslitið gjørdist 26-26 eftir eftir at støðan í hálvleikinum eisini var javnleikur 10-10.
Tað var annars SÍF, sum legði betri út, tá ið 6 minuttir vóru leiktir var støðan 4-0, men Team Klaksvík kom uppá javnleik 5-5 í 19. minutti. Eftir tað fylgdust liðini allan dystin og skiftust at liggja omaná.
Munurin á liðunum var, at Team Klaksvík hevði royndar leikarar, ímeðan liðið hjá SÍF var sera ungt.
SÍF: Hans Otto Samuelsen, Tóri Nielsen 4, Janus E. Nielsen, Jóannis á Steig 5, Jákup Olaf Jóannesarson 4, Hørður Johansen 7, Uni F. Nielsen, Bjarni Dalsgaard 4, Jóanis Albert Nielsen 1 og Rói Ehlers.
Team Klaksvík: Bent Hansen, Andras Samson, Jens Pauli Mohr 12, ??li Jacobsen 1, Kjartan Jacobsen 1, Einar Dam 1, Allan Joensen, Beinur Johannesen 2, Otto Jacobsen 5 og Vilhelm Vilhelmsen 4.
Støður:
5. min. 3-0
10. min. 4-1
15. min. 4-2
20. min. 6-6
25. min. 9-8
30. min. 10-10
35. min. 12-12
40. min. 14-15
45. min. 16-17
50. min. 20-21
55. min. 24-24
30. min. 26-26.
Dómarar: Heini Hanusarson og Álvur Samuelsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald