2021-10-14 20:45

Nú leygardagin 16. oktobur klokkan 20, hevur 07 vestur uppboðsølu av seyði á Dungasandi.
Lombini verða seld á vanligari uppboðssølu.
Lombini eru frá Syðrasey, Hálsi, Oyragjógv, Gimbrunum, Kleivum, Uttangarðshaganum, Tormanshaganum, Sudringi, Sundshaganum, Vørufelli, Slættanesi og Eyðanstovugarðinum.
Eisini verða 4 partar av tevimum neytafjórðingum frá Jákup Paula í Eyðanstovu seldir.
Ein veðrur verður eisini seldur á meksikanskari uppboðssølu.
Byrjað verður klokkan 20:00.
Møguleiki verður at keypa sær suppu og okkurt gott drekkandi afturvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald